Búgva á Sheraton Hotel mítt í býnum - bert fimm blokkar frá WildHorse Saloon, har Award showið er. Eg kenni onki til Nashville, men tey siga, at Wildhorse er eitt kent stað.
Annars er kaffið í Seattle er nógv betri enn kaffið her á Sheraton í Nashville. Má fara at finna okkurt betri kaffi her í býnum. Rotið kaffi er verri enn onki kaffi.
Ok, hetta var ein eitt sindur óinspirerað dagføring. Má skunda mær at gera klárt. Skal vera á staðnum um tveir tímar. Forrestin so verður awardsshowið víst online hjá www.jpfolks.com
Haldi, eg fari at spæla Stones In My Pocket.
hoyrast,
Lena