lørdag den 29. august 2009

Welcome to Nashville

So vóru vit í Nashville - "The music capitol of the World" stendur at lesa allastaðni. Enn havi eg bara verið á hotellinum.  Laaaangur túrur í gjár, tjekkaðu út í Seattle klokkan 10 og tjekkaðu inn í Nashville á midnátt. USA er gigantiskt. Skiftu flogfar í St. Louis, flugu gjøgnum stormskýggj og snarljós til Nashville. Eitt slóg niður í flogfarið. I didn't like it one bit. 

Búgva á Sheraton Hotel mítt í býnum - bert fimm blokkar frá WildHorse Saloon, har Award showið er. Eg kenni onki til Nashville, men tey siga, at Wildhorse er eitt kent stað.  

Annars er kaffið í Seattle er nógv betri enn kaffið her á Sheraton í Nashville. Má fara at finna okkurt betri kaffi her í býnum. Rotið kaffi er verri enn onki kaffi.

Ok, hetta var ein eitt sindur óinspirerað dagføring. Má skunda mær at gera klárt. Skal vera á staðnum um tveir tímar. Forrestin so verður awardsshowið víst online hjá www.jpfolks.com

Haldi, eg fari at spæla Stones In My Pocket.

hoyrast,
Lena



Ingen kommentarer:

Send en kommentar