Klokkan er átta um morgunin lokala tíð og skýggini hanga yvir býin. Frá hotellinum her síggi eg beint yvir á eini grøn hús - tað eru húsini, har sangarin í Seattle bólkinum Alice in Chains, Layne Staley, var funnin deyður í 2002. (Hetta fortaldi taxa sjaførurin mær, tá vit vit stigu út úr bilinum uttanfyri hotellið) Eitt sindur freaky og syrgiligt. Hann var bert 34 ár.
Seinni í vikuni gongur leiðin til Nashville, har eg skal spæla til Award Show hjá Just Plain Folks 29. august. Meira um tað seinni...
Nú fari eg at fáa mær morgunmat. American pancakes við sirup.. uhm:)
Hoyrast,
Lena
Ingen kommentarer:
Send en kommentar